Petur Skeel Jacobsen væntar, at tað verður yvirhøvur turt komandi dagarnar, men fríggjadagin kunnu vit vænta okkurt æli.
Seinnapartin í dag boðar hann frá strúki í vindi upp í hvassan vind av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin verður hvassur vindur av ymsum ættum og ælingur, um kvøldið stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og yvirhøvur turt. Hitin millum tvey og fimm stig.
Fríggjadagin verður frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum tvey og fimm stig.
Leygardagin verður upp í stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt, men sunnudagin ælaveður av vestri. Hitin millum tvey og seks stig.