Góðar vónir um fríhandilsavtalu við Russland

Russiski marknaðurin er svangur og ynskir vaksandi samhandil við Føroyar, sigur løgmaður eftir fund í Moskva

Russiski marknaðurin er svangur og ynskir vaksandi samhandil við Føroyar, sigur løgmaður eftir fund í Moskva.

 

– Talan var um ein ótrúliga konstruktivan og gevandi fund. Í roynd og veru ein tann besta fundin, sum eg havi verið á, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í fartelefonini úr Moskva.

 

Vaksandi, russiski áhugin fyri føroysku fiskavørum fekk russisku stjórnina at bjóða løgmanni á fund. Fundurin kom í lag eftir at Russland 7. august setti innflutningsbann á vørur úr ES, Norra, USA og fleiri øðrum londum í vesturheiminum.

 

Føroyar eru sum kunnugt ikki raktar av handilsbanninum, og tað økir um russiska áhugan fyri føroyskum fiskavørum.

 

– Russland ynskir ein vaksandi samhandil við Føroyar. Tey ynskja at keypa okkara fiskavørur, og tað kom eisini greitt til sjóndar á fundinum fyrrapartin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Vertur fyri fundin var Ilia V. Shestakov, sum er vara-ráðharri í landbúnaðarmálum og samstundis stjóri fyri Russian Fishery Agency, ið er ein stovnur undir russisku stjórnini. Harumframt vóru stjórar fyri russisku innflutnings- og tollmyndugleikarnar við á fundinum.

 

– Fyri tað fyrsta fingu vit enn einaferð staðfest, at Føroyar verða ikki raktar av russiska innflutningsbanninum, ið landið hevur sett í gildi móti ES, Norra og øðrum londum í vesturheiminum. Tvørturímóti gjørdu russisku myndugleikarnir greitt, at tey vilja gera ein eyka innsats fyri at øll føroysk virki verða góðkend at útflyta til Russlands, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Føroyar hava í áravís roynt at fáa eina fríhandilsavtalu við Russland. Eftir fundin við russisku stjórnina fyrrapartin er løgmaður bjartskygdur.

 

– Russar gera greitt, at tey ynskja eitt strategiskt samstarv við Føroyar. Fríhandilsavtalan varð eisini umrødd á fundinum, og eingin forðing tykist vera fyri, at Føroyar rímuliga skjótt kunnu fáa í lag eina fríhandilsavtalu við Russland, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Løgmaður sigur seg hava góðar vónir um, at fríhandilsavtala verður undirskrivað innan eitt ár.

 

– Ja, tað er eitt realistiskt mál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Les meira um fundin hjá løgmanni í Moskva í Sosialinum í dag.