Góðtóku semingsuppskot

Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu seinnapartin eina avtalu um flokking av námsfrøðingum og hjálparfólkum

Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu seinnapartin eina avtalu um flokking av námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum eru stuðlar í fólkaskúlanum, námsfrøðingum, sum arbeiða í serstovum í skúlunum og námsfrøðingunum, sum arbeiða á Skúlanum á Trøðni.


Hetta skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni.

 

- Tað er ein lætti at fara í jólafrí og hetta er framt, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Tá nýggjur sáttmáli var undirskrivaður 15. januar í ár, vóru nøkur flokkingarmál eftir at fáa upp á pláss. Tá ikki varð komið á mál við hesum samráðingum, sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsmonnunum.

Nakrir fundir hava verið millum partarnar saman við semingsmonnunum og í dag fingu partarnir eitt semingsuppskot frá Terja Sigurðsson, semingsmanni.

Seinnapartin kl.15.00 boðaðu báðir partar frá, at teir tóku undir við semingsuppskotinum, og avtalan um nýggju flokkingarnar varð undirskrivað.

-Semjan lýsir ikki tað úrslitið, sum nevndin í Pedagogfelagnum strembaði eftur, tí hon betrar bert umstøðurnar hjá nøkrum av okkara limum. Semjan er eitt stig á leiðini, fyri betri lønar- og setanarviðurskiftum hjá limum okkara í fólkaskúlanum, sigur Maud Wang Hansen.

Avtalan snýr seg um trý arbeiðsumráði hjá námsfrøðingum. Nýggj flokking er gjørd fyri námsfrøðingar, sum arbeiða á serstovum í skúlum og við nýggju flokkingunum hækkar lønin hjá teimum. Eisini er nú staðfest, at fyrireiking v.m. verður roknað sum partur av arbeiðstíðini hjá námsfrøðingum á serstovunum. Hjá námsfrøðingunum á Skúlanum á Trøðni var staðfest í avtaluni, at verandi arbeiðstíð er galdandi og lønin hækkar samsvarandi lønini hjá námsfrøðingum á serstovunum.

Við í samráðingunum vóru eisini lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá stuðlunum, bæði hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum í skúlunum. Men tað eydnaðist ikki broyta lønina hjá teimum hesa ferð.

- Tað harmar meg almikið, at vit ikki fingu lyft hendan bólkin á hesum sinni, men eg fegnist um tey stig, sum vit hava tikið, og at tað er nú er staðfest, at arbeiðsumstøðurnar hjá øllum okkara limum í fólkaskúlanum skulu skipast betri, sigur Maud Wang Hansen.