Góður fiskiskapur eftir upsa og svartkalva

- Partrolararnir hava góðan fiskiskap í løtuni, og tað hava garnaskipini eisini

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tvey pør fiska gulllaks.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum, og ein er eystanfyri og fiskar svartkalva.

 

- Báðir koma inn at landa í vikuni. Skipini hava mest av toski, svartkalva og blálongu.

 

Lagt verður aftrat, at Jákup Sverri er úti og ger yvirlitstrolingar, og teir fáa mest av hvítfiski.

 

- Tríggir trolbátar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av tosk, hýsu og nakað av flatfiski.

 

Allir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni.

 

- Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava góðan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.