- Góður handil fyri okkum

Tað sigur Kim Roest, formaður í fótbóltsnevndini í TB um skiftið hjá Poul Ingason

Fyrr í dag bleiv greitt, at Poul Ingason skiftir frá TB til HB. Poul Ingason hevði sáttmála við TB fyri komandi ár, men HB hevur keypt U21 landsliðsframherjan úr sáttmálanum. Heldur ikki formaðurin í TB vil gera ítøkiligar viðmekringar til prísin, men váttar at talan er um góðan handil fyri TB.

 

Les eisini: Poul Ingason til HB

 

-      Talan er um ein góðan handil fyri okkum. So mikið kann eg siga, sigur Kim Roest, formaður í fótbóltsnevndini í TB.

 

Les eisini: So nógv kostar Poul Ingason

 

Formaðurin leggur afturat, at felagið ikki varð sinnað at lata Poul Ingason fara ókeypis. Hartil hevur HB yvirhildið allar tær treytir, sum TB setti í samband við skiftið.

 

Les eisini: Goldið tað TB hevur biðið um

 

TB hevur fyrr í kappingarsteðginum víst, at teir ikki eru sinnaðir at lata spælarar fara fyri einki. Hetta var tá B36 helst seg kunna fáa Rógva Joensen uttan gjald fyri uppaling, sum er 5.000 krónur fyri hvørt ár spælarin hevur spælt ungdómsfótbólt í felagnum.

 

-       Rógvi Joensen verður verandi í felagnum. B36 varð ikki sinnað at gjalda ásettu upphæddina fyri hann, sigur Kim Roest um skiftið hjá liðskiparanum, sum ikki bleiv til nakað. Meiri verður at hoyra til TB í næstum, sum møguliga ætlar at styrkja seg við einum ella tveimum útlendskum spælarum.

 

-       Tað koma tveir spælarar at venja við komandi tíðina, men annars fara vit at brúka fólkið sum vit hava til taks, sigur Kim Roest at enda.

 

Eitt er tó greitt, TB verður komandi ár uttan toppskjúttan í 2013, Poul Ingason.