Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu

Saman við umsjónarmonnum hjá kommununi hava tey ungu gjørt gøtuna so mikið lidnað, at hon nú er klár at taka í nýtslu

- Seinastu tvær vikurnar hava okkara røsku ungdómar arbeitt uppá gøtuna sunnanfyri flakavirkið.

 

Soleiðis siga tey í Hvannasunds kommunu í dag.

 

Tá sagt verður, at hetta er sunnanfyri flakavirkið, er sjálvsagt talan um gamla Frostvirkið í Norðdepli.

 

Saman við umsjónarmonnum hjá kommununi hava tey ungu gjørt gøtuna so mikið lidnað, at hon er klár at taka í nýtslu.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tað er vorðið alt meira vanligt, at gøtur verða bygdar til bæði bygdafólk og onnur at ganga eftir. 

 

At atkoman verður lættari, ger tað eisini møguligt hjá fleiri at síggja bæði umhvørvið og bygdina úr einum øðrum sjónarhorni.

 

Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu - av snotuligu gøtuni og ungum saman við tilkomnum, sum sita við morgunmatarborð.

 

##med2##

 

##med3##