Lionel Messi hevur prógvað sítt virðið við átta málum í fimm dystum í HM-endaspælinum, umframt at leggja upp til mál hjá øðrum.
Men hann er tann av teimum stóru og kendu álopsstjørnunum í HM-endaspælinum, ið rennur minst undir einum dysti.
Fýra teir fyrstu dystirnar rann Messi sambært DR 6,8 kilometrar í miðal pr. dyst. Til samanberingar rann Harry Kane 9,7 kilometrar í miðal pr. dyst.
Messi hevur tó nakrar liðfelagar á argentinska landsliðnum, ið renna nógv í miðal:
Thiago Almada 10,7 km/90
Alexis Mac Allister 9,7 km/90
Lautaro Martinez, 9,3 km/90
Rodrigo De Paul, 8,8 km/90
Erling B. Haaland hevur higartil skotið sjey mál í fýra dystum. Hann rennur - hóast hann er 14 ár yngri - bara eitt vet meira enn Messi undir einum fótbóltsdysti.
So nógv renna tær størsta HM-álopsstjørnurnar undir einum dysti:
Harry Kane - 9,7 km/90
Mohamed Salah - 9,4 km/90
Vinicius Junior - 8,5 km/90
Lamine Yamal - 8,2 km/90
Kylian Mbappé - 7,9 km/90
Cristiano Ronaldo - 7,6 km/90
Erling B. Haaland - 7,2 km/90
Lionel Messi - 6,8 km/90
Kelda: DR











