Gunnar Vatnhamar skuldi ígjár av røttum byrja inni í fyrra Champions League undankappingardystinum hjá Víkingi Reykjavík móti ungarsku meistarunum, Györ.
Men beint undan dystarbyrjan bleiv Gunnar skaddur í upphitingini, og tí mátti Sveinn Gísli Þorkelsson traðka til sum avloysari.
Tað gjørdist tó eitt gott kvøld hjá heimaliðnum á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Víkingur vann dystin 1-0 við einum sigursmáli Nikolaj Jacobsen stútaði í netið aftaná ein returbólt í 91. minutti.
Komandi týskvøld klokkan 18 spælir Víkingur Reykjavík returdystin móti Györ í ungarska summarhitanum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Víkingi Reykjavík á Györ:
##med2##











