USA við nýggjum álopum á Iran

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur við útlendskar miðlar í dag, at amerikansku álopini á Iran avgjørt eru neyðug

Amerikanski herurin sigur, at USA framdi fleiri álop á Iran í gjárkvøldið og í nátt, og Iran lovar hevnd fyri álopini.

 

Sagt verður, at álopini eru svar upp á tað, sum USA rópar iransk álop á vinnulig skip í Hormussundinum.

 

- Iran hevur víst eina ógrundaða og vandamikla "aggressión", sum er brot á vápnahvíldaravtaluna, sigur miðeystur kommando'in hjá USA, nevnd Centcom.

 

Álopini á Iran týskvøldið og í nátt eru prísurin fyri iransku álopini á vinnuliga skipaferðslu.

 

Centcom sigur, at málini við amerikansku álopunum vóru iranskar loftverjuskipanir, eftirlitsskipanir og rampar til útskjóting av dronum og rakettum.

 

USA heldur, at iransku álopini á skip í Hormussundinum eru týðilig brot á vápnahvíldina, men Iran leggur eisini USA undir at bróta avtaluna, sum londini gjørdu í juni.

 

Amerikanski herurin sigur, at 80 mál í Iran vórðu álopin í nátt, og klokkan 04 lokala tíð í morgun vóru álopini av.

 

Í iranska uttanríkisráðnum verður sagt, at Iran fer at gera tað, sum neyðugt er fyri at verja landsins áhugamál og trygd.

 

Iranska kollveltingarhirðin sigur sambært Reuters, at Iran hevur lopið á tilsamans 85 amerikansk hernaðarmál í Bahrain og Kuwait. 

 

Sambært iranskum miðlum vóru spreingingar at hoyra nærindis oynni, Qeshm og havnarbýunum, Sirik og Bandar Abbas, har suðuri í landinum.

 

- Í Sirik raktu seks rakettir eitt havnalag og spreingingar vóru eisini á Khargoynni, haðani 90 prosent av iransku oljuni kemur.

 

USA hevur fleiri ferðir lopið á Khargoynna, og amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður sagt, at USA hevur eitt ynski um at taka oynna.

 

Aftur í gjár setti USA revsitiltøk í verk móti iranskari olju, og alt hetta hendir í Miðeystri, samstundis sum Donald Trump luttekur á Nato-toppfundi í Turkalandi.

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur við útlendskar miðlar í dag, at amerikansku álopini á Iran avgjørt eru neyðug.

 

##med2##

 

 

 

Stríðsflogfør hjá amerikanska herinum vóru á flogi í nátt. Mynd: Flightradar24