Í nógv harrans ár, hevur verið vanligt at líta musikalskt aftur í tíðina.
Tað byrjaði síðst í sjeyti-árunum tá Ungmannafelagið Skansastova í Havn skipaði fyri konsertum í høllini á Hálsi.
Tað helt á í nøkur ár og blaðmaðurin minnist sjálvur fyrstu ferð hann var á Skansastovukonsert. Tað var sera stuttligt, at hoyra bólkarnar, sum spældu tá í seksti-árunum.
Men at hugsa sær, at hetta tónleikaliga afturhvarvi fór at halda á í so mong ár, kom neyvan nøkrum til hugs tá seinast í sjeyti-árunum.
Tí tá Skansastova byrjaði við sínum konsertum byrjaði ein dilla, sum hevur havt við sær, at vit ikki eru sloppin av við seksti-árini enn - og nú nærkast ár 2000 »alvorliga«!
Ikki tí, tað munnu vera tey fægstu, sum hava nakað í móti tí hóast alt.
Sum nevnt var tað seinast í sjeyti-árunum, at tað byrjaði, men Skansastova megnaði ikki at halda fast við hetta tiltak, og tíbetur vil onkur kanska siga.
Seinast í áttati-árunum tók Neistin yvir, har Skansastova slepti um tíggjuársskiftið.
Aftur í 60-ini kallaðu Neistamenn sítt tiltak, og tað hevur verið ein sonn gullkelda hjá Neistanum seinastu mongu árini.
Undirtøkan til hesi tiltøk, sum hava verið í høllini á Hálsi hevur verið stak góð og mong ár hevur í hvussu er leygarkvøldið verið útselt.
Og so løgið tað ljóðar, so hava teir hava patent upp á hetta tiltak - til nú.
Afturhvarv ?98
Tí í vikuskiftinum 23., 24., og 25 oktober skipar fótbóltsfelagið B36 fyri einum tiltakið í Sjónleikarahúsinum, sum tier kallað Afturhvarv ?98.
Tiltakið verður skipað sum dansur øll trý kvøldini.
Byrjað verður fríggjakvøldið. Hetta kvøldið hava fyrireikararnir valt at kalla 60-ara kvøld. Tá fara The Faroe Boys, Rúnar og Cream Crackers á pallin, og eru teir at kenna aftur frá Skansastovukonsertunum seinast í sjeytiárunum, ja so verður sanniliga futtur í Sjónleikarahúsinum fríggjakvøldið 23. oktober.
Hvussu leingi tey gomlu beinini (!) orka at halda á er jú ikki til at siga, men møguleikin fyri einum drúgvum kvøldi er til staðar, tí dansurin byrjar klokkan 21.30 fríggjakvøldið og endar ikki fyrr enn klokkan er hálvgun fýra.
Marinarastemningur
Leygarkvøldið verður farið aftur til ta tíðina tá Thetis plagdi at liggja við molan og tá Sjónleikarahúsið var fult av marinarum, stendur at lesa í forvitnisliga programminum, sum fyrireikararnir hava givið út í sambandi við tiltakið.
Tey, sum sóðu Havnarmyndir, tá tær vóru á pallið í Sjónleikarahúsinum fyri nøkrum árum síðani kunnu ímynda sær nýstini hjá Elini Mouritsen, tá hon »sá« Thetis við molan.
Gamli Thetis er farin og gomlu marinarabúnarnir líka so, men ein nýggjur Thetis er komin í staðin og nýggir búnar við honum.
Um tað so verða teir marinararnir, sum verða í Sjónleikarahúsinum leygarkvøldið 24. oktober er ikki greitt, men fyrireikararnir lovað, at »ektaðir« marinarar verða við.
Tónleikararnir hetta kvøldið verða Florence og Hannis, Leivur og Aggo saman við Simma og Ljómlið, Tey av Kamarinum og Snowflakes.
Kai-túrur í skýmingini sunnukvøldið
Sunnukvøldið endar Afturhvarv ?98 við einum braki.
Allir bólkarnir sum hava verið á palli fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða aftur við sunnukvøldið og seinasti hálvi tímin av tiltakinum verður brúktur til at fáa rættan Goggu-stemning í Sjónleikarahúsið við løgum sum eitt nú Happy Days are here again og Goodnight Irene.
Tiltakið sunnudagin er ikki skipað sum ein konsert, men verður eisini eitt dansikvøld eins og hini bæði undanfarnu.
Í teirri tíðini tá Sjónleikarahúsið var dansistaðið í Havn var vanligt at fara »svermitúrar« eftir kaiini og tað hevði jú verið stuttligt, um veðrið nú var til vildar hetta vikuskiftið ....
Einans 80 krónur
Eitt slíkt tiltak er ikki ókeypis, um nakar var, sum hevði væntað tað, men tá tað er sagt, so má eisini sigast, at prísurin er sera lágur.
Prísurin fyri atgongumerkið er 80 krónur og tað er sera bíligt tá hugsa verður hvat tað er fyri eitt tiltak.
Serliga tá hugsað verður um, at atgongumerkið hetta kvøldið eisini er fríkort til Mimir!
Atgongumerkini ganga eisini, sum heit breyð.
Leygarkvøldið er longu útselt, meðan tað enn eru nøkur atgongumerkir eftir til fríggjakvøldið og sunnukvøldið.
Birgar Johannesen, sum er høvuðsfryireikari biður okkum enn einaferð leggja dent á, at øll trý kvøldini eru skipað sum dansikvøld.
Onkur hevur tosað um, at sunnudagurin er konsertkvøld, men so er ikki