O.J. var eftir eitt kontroversielt rættarmál fríkendur fyri drápið í 1995. Men í 1996 varð hann í sivilinum rættarmáli dømdur at gjalda $33.5 milliónir til familjuna hjá Goldman fyri sviðan, ið drápið hevði givið teimum. Hetta hevur hann ongantíð rindað. Men nú hevur ein rættur dømt Simpson at lata Goldman familjuni rættindini til bókina, ið familjan nú ætlar at doypa ”Confessions Of A Double Murderer”, skrivar MSNBC.