Golf fingið stóran týdning

Hóast føroyingar ongantíð hava vunnið nakað heiðursmerki í golfspæli, hevur ítróttargreinin fingið stóran týdning fyri føroyskan ítrótt

Hvør skuldi trú tí. Góðu hugskotini hava verið til leingi, men umstøðurnar eru bara á byrjunarstøðið enn. Men í í einum politiskum spæli um at fáa Oyggjalekirnar til Føroyar í 2019, er ein golfvøllur á Glyvursnesi blivin eitt miðpunkt.

Framvegis enda áskoðararnir til matna á árligu rastkjøtaveitsluni, men um dreymurin verður veruleiki, so verður tað á nýggjum og flottum undirlagi, at føroysku golfspælararnir sleppa at royna seg .

Íløgan er í fleiri millióna-talinum. Tú kundi verið fyrigivin fyri at halda, at vit eiga ein Tiger Woods, Jack Nicklaus ella Nick Faldo her í landinum. So væl stendur ikki til, men golf hevur framtíðina frammanfyri seg.

Ítróttargreinin er tó ikki heilt ung í oyggjaleikahøpi. Golf var við á fysta sinni á Álandi í 1991. Einki heiðursmerki er komið um hálsin á einum føroyskum golfspælara enn. Vit hava heldur ikki eina “golfstjørnu”, sum kann vísa hinum vegin upp á sama máta sum eitt nú Pál Joensen er í dag fyri svimjingina. Men fyri fyri hvønn bólt, ið rullar í eitt av holunum á Glyvurnesi, eru Føroyar eitt sindur nærri at blíva ein golf-tjóð.


Golfvøllur eitt krav


Golf í Føroyum er í eini góðari støðu í dag. Tað er kostnaðarmikið at gera ein golfvøll, og enn ber ikki til at siga við vissu, at tað fíggjarliga kemur at loysa seg at hava ein golfvøll í Føroyum. Men tráðani eftir at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar í 2019 er ein gylt høvið hjá golf ítróttini ,at fáa fótin fyri seg í Føroyum eins og hon hevur í fleiri longum kring heimin.

Ítróttargreinin er eisini deiliga fyrigevandi, tí golf kann spælast av fólki í næstan øllum aldri, menn sum kvinnur.

Komandi árini, eins og á Bermuda, so verður høvðusevnið kring golf kjakið um golfvøllin á Glyvursnesi. Men við tíðini koma golfspælararnir óvia at vinna seg fram á itróttarpallinum.


Best umboðað greinin á leikunum


Heili 22 av teimum 24 limalondunum hava umboðan í golf. Tað sigur ikki so lítið um áhugan fyri golf. Tá er talan um bæði menn og kvinnur.

Fyri Føroyar er ein kvinna við. Tað er Finngerð Sólbjørg Clark. Hinir fýra eru allir menn. Teir eru Jógvan Martin Jespersen, Rói Christiansen, Terje Michelsen og Janus Norðberg. Ferðaleiðari er formaðurin í sersambandinum hjá ÍSF fyri nýstovnaðan ítrótt, Harald Eirikstoft.

Tað er ósannlíkt at nakað heiðursmerki kemur heim við golf spælarunum, men kemur ferð á golf í Føroyum, so hví ikki sikta høgt í 2019 á Glyvursnesi?



Golf

Rói Christiansen

Finngerð Sólbjørg Clark

Jógvan Martin Lund Jespersen

Terje Michelsen

Janus Norðberg