Seinni í summar verða úttøkukappingar til Oyggjaleikir. 13 føroyskar golfspælarar fara at royna at sleppa til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight næsta ár.
Um vikuskiftið hevur ein av teimum stóru golfkappingunum verið á golfvøllinum á Glyvursnesi, sum er ein par 70-vøllur. Summarkappingin, sum er ein slagspælskapping uttan handikapp, verður spæld yvir tveir dagar. Báðar dagarnar verða 18 hol spæld. Tað ræður um at brúka so fá sløg sum til ber.
Tríggir teir bestu spælararnir vóru:
1. Janus Norðberg 166 sløg
2. Palli Henriksen 180 sløg
3. Óskar Eiriksson 181 sløg
Tann næsta stóra kappingin, ið Tórshavnar Golfklubbi skipar fyri, verður Klubbmeistarakappingin, sum verður 28. og 29. august.
Komandi vikuskifti og vikuskiftini 14. og 15. august og 4. og 5. september hevur DSNÍ (DeildarSambandið fyri Nýstovnaðan Ítrótt) lænt golfvøllin frá Tórshavnar Golfklubba til úttøkukappingar til Oyggjaleikirnar, ið verða á Isle of Wight næsta ár.
Tað eru 13 føroyskir golfspælarar, ið vilja royna at sleppa við til oyggjaleikirnar. Av teimum búgva 4 uttanlands. Í úttøkukappingunum í Føroyum skulu í minsta lagi 3 av 5 luttakarum finnast.