Gólvfix er nýggj fyritøka hjá 33 ára gamla Sigurdi Hentze í Skopun. Hóast ungur, er hann tó rættiliga royndur á sínum øki og hevur, síðan hann tók sína útbúgving sum gólváleggjari, loyst bæði stórar og smáar uppgávur.
- Tað eru 14 ár, síðan eg byrjaði at arbeiða sum gólváleggjari. Eg lærdi í Vøruhúsinum á Hjalla, og útbúgvingin tók fýra ár við skúla í Viborg í Danmark. Eg var avlærdur í 2006 og var í Vøruhúsinum í eini 8-9 ár tilsamans.
Seinastu fimm árini hevur Sigurd átt part í aðrari fyritøku, men nú hevur hann so valt at byrja sína egnu fyritøku við navninum Gólvfix.
Sigurd Hentze sigur, at hann er einsamallur í fyritøkuni, men er talan um stórar uppgávur, ber saktans til at sláa seg saman við øðrum gólváleggjarum um uppgávuna.
- Vit, sum arbeiða innan hetta økið, hava møguleikar at samstarva, tá størri útbjóðingar og uppgávur skulu loysast, sigur hann.
Uppgávurnar, sum Gólvfix tekur sær av, kunnu vera nógvar og ymiskar, men serliga kendir eru gólváleggjarar av hesum slag fyri at arbeiða við sveisivinyli.
Tá slík arbeiði eru væl úr hondum greidd, er eitt baðirúm, har sveisivinyl er lagt, mangan ein frægd fyri eyga, umframt at rúmið er lætt at halda reint og serstakliga nosligt.
- At leggja sveisivinyl hevur verið ein stórur partur av mínum arbeiði øll hesi ár, og eg trúgvi, at eg soleiðis havi gjørt eini 80-100 baðirúm um árið. Ein onnur uppgáva, sum eg havi fingist nógv við, er at slípa og lakkera trægólv.
Sigurd fæst eisini við at leggja ymisk trægólv, sum viðskiftafólk keypa sjálvi, og hann sker og leggur lenoleum og teppir.
- Umframt at gera hesi arbeiði, snýr tænastan, sum eg veiti, seg eisini um óbindandi at fara út til viðskiftafólk og vegleiða tey um, hvussu farast skal fram.
Eigarin av Gólvfix sigur, at honum dámar væl, tá viðskiftafólk eru kræsin og kritisk.
- Tey gjalda jú fyri tað, tey fáa, og tí skal arbeiði vera væl úr hondum greitt, leggur Sigurd Hentze aftrat.