Eftir drúgvan fund við semingsmannin, Terja Sigurðsson, er gongd nú aftur á samráðingunum millum felagði Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Tað veit Kringvarpið at siga.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið, at hann nú fer at gera eitt nýtt semingsuppskot at leggja fyri partarnar í morgin. Semingsmaðurin heldur, at útlitini fyri semju nú eru betri, enn tey hava verið, og tí hevur hann átikið sær uppgávun at tilevna eitt nýtt semingsuppskot.
Fundur verður millum partarnar í morgin, tá uppskotið er klárt.