Javnstøðan millum kvinnur og menn í nývaldu kommunustýrunum kring landið gjørdist hesaferð verri enn seinsast. Tað vísir uppgerðin yvir, hvussu nógvar kvinnur og menn eru vald í bý- og bygdarráð kring landið.
Hesaferð vóru 28 prosent av kommunustýrislimunum kvinnur og 72 prosent menn. Seinast var býtið 31 - 69, so býtið er farið trý prosent skeiva vegin.
Ein uppgerð, sum Beinta í Jákupsstovu gjørdi beint eftir valið vísir, at kvinnuumboðanin í kommununum eru støðugt vaksin síðani valið í 1992. Tá vóru kvinnurnar 15 prosent. Í 1996 vóru tær 16, í 2000 og í 2004 vóru tær 23, og í 2008 vóru tær sum nevnt 31.
Men nú er gingið afturá.
Men venda vit aftur til valið í síðstu viku, so síggja vit, at javnasta umboðanin millum kynini var í Tórshavar býráð. Har fær hon ikki verið javnari, tí har eru seks kvinnur og sjey menn. Tað gevur eitt prosentbýti sum er 46,2 - 53,8. Størstu umboðanina høvdu kvinnurnar í Skálavíkar kommunu, har býtið var 60/40 til kvinnurnar.
Javnstøðulógin hevur eina áseting um, at býtið millum kvinnur og menn í nevndum og ráðum eigur at vera innan fyri 60/40. Lógin er kortini ikki galdandi fyri umboð, sum eru fólkavald, men ganga vit kortini eftir javnstøðulógini, so eru bara 12 kommunur, sum uppfylla krøvini.
Tær kommunurnar eru - í raðfylgju eftir bestu javnstøðu:
1. Tórshavnar kommuna
2. Klaksvíkar kommuna
3. Kvívíkar kommuna
4. Vestmanna kommuna
5. Tvøroyrar kommuna
6. Skálavíkar kommuna
7. Hvannastund kommuna
8. Kunoyar kommuna
9. Skopunar kommuna
10. Húsavíkar kommuna
11. Fámjins kommuna
12. Hovs kommunur.
Kommunur við hampuligari javnstøðu, har býtið liggur um 1/3 og 2/3 eru hesar:
13. Fugloyar kommuna
14. Húsa kommuna
15. Eysturkommuna
16. Skúvoyar kommuna
17. Vágs kommuna
Kommunur við ringari javnstøðu eru kommunur sum:
18. Nes kommuna
19. Sunda kommuna
20. Porkeris kommuna
21. Vága kommuna
22. Sjóvar kommuna
23. Eiðis kommuna
24. Sørvágs kommuna
25. Fuglafjarðar kommuna
26. Runavíkar kommuna
Fýra kommunur eru, har hugtakið javnstøða er á besta talibanstøði - har tey hava rein mannfólkastýri. Tær kommunurnar eru:
27. Viðareiðis kommuna
28. Sands kommuna
29. Hvalbiar kommuna
30. Sumbiar kommuna