Gongur einki hjá fuglfirðingum

Fuglfirðingar tosaðu um gullmerki undan kappingarbyrjan, men eftir trý umfør stendur null á stigaúrtøkuni. AB vann sær í gjár síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum

Uni Holm Johannesen

 

- Málsetningurin er at vinna greipuna.

So avgjørdur var Jón Simonsen, høvuðsvenjari hjá ÍF, í samrøðu við bláabylgjan.com í vetur. Fuglfirðingar stíla høgt, men tvær vikur eftir kappingarbyrjan hava teir framvegis ikki lagt frá landi.

ÍF tapti í gjár fyri triðju ferð upp í slag, tá liðið vitjaði á Argjum. Sigurin var væl uppiborin, at stríðshugaðu argjamenninir tryggjaðu sær síni fyrstu stig í Vodafonedeildini.

 

Uppiborin sigur

AB hevði lagt røttu ætlan fyri dagin. Tað tóktist, sum heimaliðið legði nógv fyri at fáa mál fyrstu løtuna, fyri síðan at flyta liðið longur aftur á vøllin. Og tað eydnaðist. Teir fingu leiðslu málið tíðliga, og komandi tíman av dystinum royndu gestirnir úr Fuglafirði at trýsta. Men á hálvuni hjá argjamonnum vóru teir ongantíð vandamiklir, men Heðin Stenberg, málverji, hevði tamarhald á støðuni, tá hann var settur undir trýst.

Eftir hvíldina løgdu leikararnir væl meira fyri í nærdystunum, men framvegis kundu málmøguleikarnir teljast á einari hond. ÍF royndi alsamt at trýsta seinastu løtuna, og tað kostaði í hinum endanum.

Sandoyingurin Rasmus Nielsen og havnarmaðurin John Hansen, sum skifti til AB í vetur, vóru málskjúttarnir hjá heimaliðnum. Nielsen legði uppflytarnar á odda eftir einum korteri, tá hann slapp ígjøgnum í vinstru, og hegnisliga snýtti tveir mótstøðuleikarar. Einsamallur við málverjan var hann tryggur.

Miðvallarin John Hansen økti um leiðsluna, tá fýra minuttir vóru leiktir av tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Í skjótálopi sendi Jónas Stenberg til Hansen úr vinstru, sum staðfesti sigurin. Tað var fyrsta málið hjá miðvallaranum í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Rættar loysnir

Hópurin hjá AB sær áhugaverdur út. Á vongverja plássunum røkja Janus Joensen og Kenneth Jacobsen plássini, og tað gevur tryggleika til Rasmus Nielsen og Dion Splidt, sum í gjár spældu í síðunum. Ungir leikarar hava ofta sveiggj í sínum avrikum, og tá er umráðandi at hava mans, sum avrika hvørjaferð.

Argjamenn fingu í gjár síni fyrstu stig í fyrstu royndini á heimavøllinum. Tað er umráðandi at geva signal, at á Argjum ræður AB. Og við einum uppibornum 2-0 sigri eydnaðist tað í gjár.

Fuglfirðingar hava lagt óneyðugt trýst á seg sjálvar. Við tilgongdini av eitt nú Rógva Jacobsen var gjørt greitt, at ÍF skuldi í oddastríðið. Tað skal málsetningurin altíð vera, men tað kann tykjast vera ein vansi at siga alment. Fuglfirðingar er púra óvandir í stríðnum um heiðursmerki, og tað hevði verið stuttligari í hópinum, um teir kundu lopið hvøkk á fólk. Í hópinum er tað einans Rógvi Jacobsen, sum av álvara hevur stríðst um gullmerki áður í fleiri ár upp í slag. Komandi vikuskiftið vitjar B68 í Fulgalfirði. Og skjótt mugu stigini koma í hús.