Gongur framá hjá føroyingunum


 

Flogbóltur, kvinnur


Eftir at føroysku kvinnurnar í donsku elitudeildini í flogbólti hava tapt nakrar dystir í januar og byrjanini av februar, hevur Frederiksberg Volley nú vunnið teir báðar seinastu dystirnar. Tann fyrri var ímóti Hvidovre seinasta týsdag, og tann seinri var sunnudagin ímóti HIK Aalborg.

Serliga dysturin móti HIK var týdningarmikil og skuldi vinnast, um føroysku kvinnunar skuldu varðveita møguleikan at koma í semifinaluna um danska meistaraheitið.

Hjørdis Mortensen, Alvilda Ólavsdóttir, Annika Joensen og hinar á liðnum leiktu ein góðan og spennandi dyst og vóru tað betra liðið, sjálvt um tað altíð er torført at leika móti HIK í Aalborg.


Tríggjar dystir eftir

Frederiksberg Volley hevur nú tríggjar dystir eftir í hesum umfarinum.

Tveir dystir eru móti oddaliðnum DHG Odense, har tær ikki vænta sær nakað stig, men møguliga eitt sett ella tvey. Tann dysturin, sum føroysku leikararnir skulu vinna fyri at koma í semifinaluna, er

ímóti Gentofte um tvær vikur á heimavølli.

- Vit hava góðan møguleika at vinna dystin, men alt kann henda, og Gentofte hevur spælt væl í seinastuni. So tað verður spennandi at síggja, sigur Annika Joensen í stuttari viðmerking. -Tá vit spældu ímóti Gentofte fyri nøkrum vikum síðani á teirra heimavølli, taptu vit tepurt 2-3.

Støðan er beint nú, at DHG er á odda við fullum stigatali og Holte liggur nr. 2. Holte hevur bert tapt ímóti DHG. Eingin ivi er í løtuni um, at DHG er besta liðið, og at tær koma at standa ovast á sigursskamlinum. Holte er næstbesta liðið. Hvidovre hevur einki stig og er tað vánaligasta liðið í topp 6. HIK, Gentofte og Frederiksberg liggja ájavnt við 6 stigum í part og eru sera jøvn.

Tað eru sostatt hesi seinastu trý liðini, ið skulu berjast um tvey tey seinastu plássini í topp 4.