Gongur illa at fáa yvirlæknar

Seinastu vikurnar eru fýra yvirlæknastørv á Landssjúkrahúsinum lýst leys, men einans tríggjar umsóknir eru komnar inn tilsamans, til tvey av størvunum.

Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir fýra yvirlæknum seinastu tíðina, einum til røntgendeildina, einum til skurðdeildina, einum innan neurologi og einum innan giktsjúkur.

 

Tað gongur tó heldur striltið at fáa fatur á hesum yvirlæknunum. Einans tríggjar umsóknir eru komnar til størvini, tvær til starvið sum yvirlækni á skurðdeildini og ein til starvið innan giktsjúkur.

 

Vanligt er, at um ongar egnaðar ella ov fáar umsóknir eru til slík størv, verður søkt umaftur. Tað hevur tó ikki eydnast okkum at fáa fatur á Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóra, at gera viðmerkingar til málið.

 

Les eisini Læknatrot hóttir Landssjúkrahúsið