Starvsmannafelagið hevur tosað við fíggjarmálaráðið um hægri løn, men enn er onki komið burtur úr - Vit tosa saman, men enn er onki komið burtur úr.
Selma Ellingsgaard, forkvinna á Starvsmannafelagnum, kann ikki annað enn ásanna, at tað gongur rættiliga strilti hjá teimum at tosa við fíggjarmálaráðið um at fáa hægri løn.
Starvsmannafelagið gjørdi í 2006 ein fýra ára sáttmála, sum gongur út í 2010.
Men í sáttmálanum tryggjaði felagið sær, at henda broytingar í samfelagnum sum ávirka lønarlagið munandi, skuldi tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum frá 1. oktober í fjør.
Og tað var rættiliga skjótt, at tíðirnar broyttust so nógv, at felagið metti, at tað hevði rætt til nýggjar lønarsamráðingar.
Men tað hevur gingið strilti og tað er ikki fyrrenn beint nú, at felagið hevur fingið fíggjarmálaráðið á tal.
- Vit hava eitt samskiftið við fíggjarmálaráðið, men enn er onki komið burtur úr, sigur Selma Ellingsgaard.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur mestsum greitt afturvíst, at tíðirnar eru ikki til at økja útreiðslurnar hjá landskassanum við lønarhækkingum.
Og Selma Ellingsgaard vil ikki, hvussu veruleikakent tað er at vænta sær nakra lønarhækking, sum støðan er
Tað fái eg onki sagt um. Hvat ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, má standa fyri hansara egnu rokning, sigur Selma Ellingsgaard.