Tað gongur so líðandi framá hjá tunnilstoymunum, ið gera nýggja tunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið. Í síðstu viku høvdu toymini sprongt 5.215 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum, ið tunnilin verður til longdar.
Eins og undanfarnu vikur, so hevur tunnilstoymið sprongt mest á Hvítanesi, har 85 metrar vórðu sprongdir í síðstu viku. Tilsamans eru nú sprongdir 2.570 metrar á Hvítanesi.
P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir eisini á Facebook-síðuni hjá felagnum, har til ber at fylgja gongdini, at arbeiðið gongur skjótari Streymoyar megin enn Eysturoyar megin.
- Arbeiði hevur sum heild gingið nakað skjótari Streymoyar megin enn Eysturoyar megin. Orsøkin er m.a. at tað hevur verið turrari og tískil færri lekar at tetta enn Eysturoyarmegin, skrivar felagið.
Frá rundkoyringini móti Hvítanesi eru tilsamans sprongdir 607 metrar og sprongdi toymið í síðstu 48 metrar. Frá rundkoyringini móti Rókini blivu sprongdir 33 metrar og eru tilsamans 413 metrar sprongdir har.