Í farnu viku fóru seks føroyingar til italska høvuðsstaðin, Rom, har tey skulu luttaka á Special Olympics fyri ungdómar.
Á miðdegi hósdagin komu tey til Rom, og har var nógv gjørt burtur úr.
- Longu tá vit komu á flogvøllin, vóru nógv og tóku í móti okkum. Teir báðar fyrstu dagarnar skuldu vit búgva í einum býi, sum kallast Ceprano, og fólk frá vælkomunevndini vóru á flogvøllinum og ynsktu okkum vælkomin, áðrenn vit settu kós ímóti býnum, greiðir Mariann Øster frá, sum er annar av leiðarunum á túrinum.
Í Ceprano høvdu tey eisini gjørt nógv burtur úr.
- Fyrst høvdu tey skipað fyri eini samkomu fyri okkum, har vit fingu gávur og genturnar fingu blómur. Og fríggjadagin var eitt stórt show á torginum í býnum, bert fyri okkum, fortelur Mariann Øster.
Ferðalagið er nú flutt úr Ceprano og inn til Rom. Fríggjadagin høvdu tey eina stóru setanarhald, sum var ógvuliga stórt og flott.
- Tað var líka stórt sum til Olympisku leikirnar, og øll setanin endaði við einum stórum fýrverki,
Eru væl fyri
Í kappingini verða luttakararnir bólkaðir eftir, hvussu væl teir eru fyri. Her sær tað rættiliga gott út hjá føroysku luttakarunum, og teljast fleiri teirra millum trý tey fremstu. Men eitt er hvat pappírini siga, annað er tann veruleikin, sum er galdandi, tá kappast skal.
Her sær tó eisini út til, at tað føroyingarnir eru sterkir, og longu nú er onkur komin víðari í finaluna.
Ragnvaldur í finaluni
Ragnvaldur Jensen hevur tryggjað sær pláss í finaluni í 100 metur bringusvimjing. Tað gjørdi hann við at vinna innleiðandi umfari, og í finaluni hava tey góðar vónir um, at Ragnvaldur møguliga endar við heiðursmerkjum um hálsin.
Kristian Martin og Meiken víðari
Men tað er ikki bara hjá Ragnvaldi at tað gongur væl. Kristian Martin Garðalíð hevur eisini vunnið sín innleiðandi bólk í kappingini 800 metur renning. Kristian Martin rann ógvuliga skilagott, og helt seg á einum ørðum plássi til 50 metur restaðu í, tá hann streyk framvið og vann.
Hann er nú komin víðari í ein annan bólk, har hann so skal kappast um at sleppa í finaluna.
Kristian Martin Garðalíð luttók annars eisini í kúlukast, men har kiksaði tað hjá honum, og varð hann diskvalifiseraður. Hetta eru tey hørm um, og nú arbeiða tey fyri, at hesin dómurin kanska verður broyttur.
Meiken næstfremst
Meiken Olsen hevur eisini runnið, og hjá henni hevur kappingin eisini roynst væl. Hon gjørdist nummar tvey í innleiðandi umfarinum í 200 metur renning, og er komin víðari til ein annan bólk, har kappast verður um finaluluttøku.
Í morgun hevur Meiken aftur runnið. Hesaferð í 100 metrum, og hóast hon endaði á einum fimta plássi, so eru tey ógvuliga væl nøgd. Meiken rann nevniliga sína bestu tíð nakrantíð. 17,50 sekund brúkti hon um teir 100 metrarnar, har hon annars ongantíðer komin niður um 18 sekund.
Seinni í dag skulu bæði Súsanna Johannesen og Magnus Vatnhamar Olsen kappast í svimjing, og seinni í dag er so eisini stafett í fýra ferðir 25 metrar á skránni.