Gongur trekt við svartkjaftasamráðingunum

Allan mikudagin og hósdagin sótu embætismenn frá teimum londunum, sum veiða svartkjaft á fundi fyri at finna ein nýggjan býtislykli, sum skal steðga ótálmaðu veiðuni eftir svartkjafti.

 

Allan mikudagin og hósdagin sótu embætismenn frá teimum londunum, sum veiða svartkjaft á fundi fyri at finna ein nýggjan býtislykli, sum skal steðga ótálmaðu veiðuni eftir svartkjafti.

Talan eru um Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg, Russland og ES londini. Talan er um eina stóra samráðingarnenvd. Heili 35 verilsir eru bíløgd á Hotel Føroyum, har fundurin verður hildin

Tað var lítið at frætta frá fundinum á middegi í gjar áðrenn blaðið fór til prentingar, men Sosialurin skilir, at samráðingarnar eru trekar og partarnir standa enn langt frá hvørjum øðrum.

Heldur ikki fiskimálaráðharrin Jøgern Niclasen visti nakað, men hann sigur, at kemur onki burturúr á hesum fundinum, so kann henda, at kallað verður samam til nýggjan fund, har politikkararnir koma saman.

Av tí at ongin semja er enn funnin um, hvussu svartkjafturin skal býtast millum londini, er veiðan endað upp á 1.4 milliónir tons fyri í fjør Hetta er tvífalt so nógv sum stovnurin tolir.

Føroyska samráðingarnevndin telir sjey fólk og leiðari er Andrass Kristiansen, fiskifrøðingur, sum starvast í Fiskimálastýrinum.

Tvídrátturin er serliga millum ES og Noregi. ES slett ikki ganga við til, at Noreg fær so stóran part av samlaðu kvotuni, sum norðmenn ynskja. Norðmenn eru av eini heilt aðrari støðu.


ES órímuligt

Norski fiskimálaráðharrin, Otto Gregussen, segði, tá hann var í Føroyum herfyri, at norðmenn áttu søguligan rætt til svartkjaftin.

-Eg haldi at uppskotið hjá ES til ein býtislykil, har Noreg bert fær 12 prosent av kvotuni er heilt órímiligur. Vit hava verið við til at fiska svartkjaftin frá byrjan og vit kunnu slett ikki góðtaka uppskotið frá ES, sigur Otto Gregussen.

-Eg skilji heldur ikki tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin sum eina null loysn. ICES sigur greitt at bann eigur at vera sett fyri allari svartkjafta veiðu til ein semja er fingin millum londini um býtislykilin, og tað merkir ikki tað sama sum at øll svartkjaftaveiða steðgar í komandi ári, sigur Otto Gregussen.



Allir mugu slaka

Føroyski fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen íð hevur verið stigtakari til svartkjaftafundin, segði herfyri.

-Skulu londini hava tað tey ynskja, so gevur hetta í vanligari prosentrokning langt omanfyri 100 prosent. Allir mugu slaka, tí vit mugu niður á 100 prosent.

Føroyska kravið til svartkjaftakvotu er rættuliga stórt. Skuldi samlaða kvotankomið niður á 700.000 tons, so er føroyska kravið eitt sindur omanfyri 200.000 tons av hesum.

ICES hevur mælt til, at bann verður sett fyri at veiða svartkjaft, til ein semja um býti er fingin í lag millum londini.