Gongur væl hjá A.P. Møller

Tað gongur væl hjá donsku stórfyritøkuni A.P. Møller-Mærsk. Fyritøkan hevur kunngjørt, at hon hevði 14,2 milliardir krónur í avlopi aftan á skatt fyrra hálvár samanborið við tríggjar milliardir krónur í halli somu mánaðir í fjør.

Samstundis sigur felagið, at úrslitið fyri alt árið í ár verður heldur betri enn higartil mett. Tað fekk alt fyri eitt ávirkan á partabrævavirðið, sum hækkaði 3,5 prosent á marknaðinum í Keypmannahavn í morgun.

Tað eru serliga bingjuflutningurin og oljuvinnan í Norðsjónum, sum hava givið betri úrslit. Niels Smedegaard Andersen, forstjóri í A.P. Mølle-Mærsk, sigur, at bingjudeildin hevði ikki havt eitt so gott úrslit, um felagið ikki hevði framt tær broytingar og tillagingar, sum blivu gjørdar í 2008 og í 2009.