Tað gongur væl at bora nýggju tunlarnar Norður um Fjall. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og í samferðslumálum.
Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við arbeiðnum. Hann hevur eisini spurt hann, hví verandi tunlar verða stongdir tá ið sprongt verður í nýggju tunlunum og um nøkur ætlan er um at broyta skipanina við ferðsluljósunum.
Jørgen Niclasen sigur, at arbeiðið at bora nýggju tunlarnar Norður um Fjall gongur væl, og nú eru 570 metrar boraðir.
– Tá ið sprongt varð fyri tunnilsmunnanum í nýggja Árnafjarðartunlinum, varnaðust menn, at grót var dottið undan loftinum í verandi tunli, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at tað ber ikki til at staðfesta, um grótið kom frá sjálvari spreingingini, men fyri at binda um heilan fingur, gjørdi Landsverk, í fyrstu atløgu, av at halda vakt tá sprongt varð. Men síðan varð avgerð tikin um at steingja tunlarnar ímeðan sprongt verður.
Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur sett ristimátarar upp í verandi tunlum, men higartil hava teir ikki givið útslag, tá ið sprongt verður í núggja tunlinum. Tað er heldur einki grót dottið undan loftinum í sambandi við spreingirnar.
Tað var fyri at binda um heilan fingur, at Landsverk tók støðu til at steingja verandi tunlar tá ið sprongt verður í nýggja tunlinum. Men Landsverk fer at eftirmeta støðuna, so hvørt, tíðin líður og fyrsta eftirmetingin verður nú eftir jól, leggur hann afturat.
Jørgen Niclasen sigur, at arbeitt verður upp á tunnilin hvønn dag í vikuni og tað er væntandi, at sprongt verður tvær ferðir um dagin, einaferð seinnapart og einaferð út á kvøldið. Vaktarskifti er um vikuskiftið, og onkuntíð kemur tað fyri, at tað ikki verður sprongt sunnudag.
Landsstýrismaðurin sigur, at av trygdarávum vórðu ferðslusljós sett upp við tunlarnar Norður um Fjall í juli mánað í ár fyri at forða fyri, at ov nógvir bilar eru í tunlunum ísenn. Síðani eru onkrar tillagingar gjørdar og Jørgen Niclasen sigur frá Landsverki, at skipanin virkar væl, og sum heild eru fólk nøgd við skipanina.
Jørgen Niclasen leggur afturat, at ongar ætlanir um at broyta ferðslustýringina Norður um Fjall.