Gongurólvur søguligur

Kappróður: Kvinnumanningin á Gongurólvi fekk sum tann fyrsti báturin gula kortið

Fyri fyrstu ferð vórðu kort og vimplar nýtt sum amboð at samskifta við bátarnar við.

Ein bátur fekk gula kortið. Tað vóru kvinnurnar umborð á Gongurólvi, sum fingu ivasama heiðurin at skriva sítt navn inn í føroysku kappróðrarsøguna á henda hátt.

Kortið fingu tær fyri at stýra eftir skeivari boyu. Í fyrstu atløgu hevur kortið ongar avleiðingar. Tað hevur tað, um sama manning fær tvey kort afturat í ár, ella um ein bátur fær tvey gul kort á einari stevnu. So verður báturin koyrdur úr róðrinum.