Gongutúrur úr Fuglafirði til Hellurnar

Fornminnisfelagið í Fuglafirði skipar fyri gongutúri úr Fuglafirði eftir gomlu mannagøtuni um Skarðið til Hellurnar sunnudagin 19. juli.

At hetta er ein gomul gøta, veit søgnin at siga okkum. Við gøtuna undir Skarðinum Oyndarfjarðarmegin er Gullbrandsleiðið. Har gróvu teir líkið av fuglfjarðarbóndanum, sum Oyndri hevði dripið á Skarðarætt. Við eingjargarðarnar á Hellunum verður gingið fram við Gullbrandshellinum. Við gøtuna eru Hulduheygar, her vóru torvheiðar, her gingu tey til neyta. Eftir hesi gøtu varð eisini gingið til arbeiðis úr Fuglafirði til Oyndarfjarðar. Seinnu árini vóru tað postmaður, lærari, prestur og lækni, sum gingu hesa leið bæði í góðum og ringum veðri. Stutt er av Skarðinum og niðan á Rustakamb. Tí er ætlanin at fara niðan á Altarið ? toppin á Rustakambi ? at njóta útsýnið yvir Góðadal, Djúpini og Norðuroyar.

Farið verður til gongu kl. 15.00. Fráferð frá Kunningarstovuni í gamla skúla á Bugnum.

Kostnaður: 50,- kr. Børn upp til 14 ár 25,- kr.

Túrurin er ikki so trupul at ganga og tekur uml. 3 tímar

Tilmelding til túrin hjá: Eysturoyar Kunningarstovu í Fuglafirði, tlf. 444860, fax 445180, ella hjá Eysturoyar Kunningarstovu í Runavík, tlf. 449449, fax 449180.

Túrurin verður einans gjørdur um viðrar. Tey, ið ætla at luttaka á túrinum, eiga at tryggja sær, at túrin verður gjørdur, áðrenn farið verður avstað!