Gongutúrar í Eysturoy

Aftur í ár skipar Ferðavinnan í Eysturoynni fyri gongutúrum runt í Eysturoynni. Leygardagin 14. juni kl. 14 verður skipað fyri túri við Rasmusi Skorheim. Túrurin gongur av Selatrað norður á Eysturoyarsyllina. Eftir túrin fæst ein biti við føroysku viðskera á Uppistovugarðinum.

Kostnaður 150 kr.

Tekning á Kunningarstovuni í Saltangará, tlf. 49449, í Fuglafirði tlf. 44860 ella Rasmus Skorheim, tlf. 47097.

Eisini verður skipað fyri hesum túri: Sunnudagin 29. juni verður skipað fyri túri niðan á Støðlafjall við Karl Thomsen sum ferðaleiðara. Nærri verður lýst seinni.