Ellisakfør
Í morgin, fríggjadagin 9. august, skuldi eftir røttum verið seinasta freist at tekna seg til Goodyear Classic 2002 koyringingina fyri ellisakfør í Keypmannahavn umráðnum. Stórur áhugi var í at fáa føroysk ellisakfør við til hesa koyring. Goodyear skuldu eftir ætlan eisini gjalda fyri uppihaldi og kostnaðin av at vera við til kappingina. Talan var um eina væl skipaða koyring eftir ávísum reglum fyri danskan motorsport. Í gjár fekk Fríðrikur Bláhamar á Super Dekk, ið umboðaði kappingina í Føroyum, at vita frá Goodyear sølustjóranum, Kenneth Saust, at teir vóru sera harmir um, at tiltakið mátti avlýsast, av tí at eitt annað stórt tiltak innan danskan motorsport skuldi vera í sama vikuskiftinum sum Goodyear Classic. Teir høvdu annars sæð fram til hesa kapping, ið fyrstu ferð varð hildin fyri tíggju árum síðan. Teir vóna tó, at tiltakið verður tikið uppaftur næsta ár.