Seinasti sovjetleiðarin, Mikhail Gorbatjo, verður jarðaður í Moskva leygardagin.
Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax í dag.
Gorbatjov doyði í gjárkvøldið 91 ára gamal.
Leygardagin verður fyrst eitt hátíðarhald í gitnu høllini í Húsi Fakfelaganna miðskeiðis í russiska høvuðsstaðnum sambært Interfax.
Tað var millum annað her, at líkið av Josef Stalin lá á lit de parade, eftir at hann doyði í 1953.
Sama dag skal Gorbatjov til hvíldar á Novodevitje-kirkjugarðinum, sigur Vladimir Poljakov, miðlaskrivari hjá Gorbatjov-grunninum, sambært tíðindastovuni Tass.
Her eru fleiri høgir politikarar, listafólk, kongalig og og intelektuell jarðað, síðani kirkjugarðurin var stovnaður í 16. øld.
Tað snýr seg millum annað Boris Jeltsin, sum var russiskur forseti og mótstøðumaður hjá Gorbatjov og eftirmaður hansara. Eisini kona Gorbatjov, Raisa, er jarðað har. Hon doyði í 1999.
Í dag hava nógvir leiðarar í versturheiminum fagnað Gorbatjov.
Vegna spentu støðuna millum Russland og Vesturheimin er óvist, um teir kunnu vera við til jarðarferðina, sum annars hevur verið fleiri ferðir í Russlandi seinastu árini. Millum annað luttók fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton, tá Boris Jeltsin doyði í 2007.
Meðan umrøðan av deyða Gorbatjov hava verið ymsar í Russlandi, har fleiri halda, at fyrrverandi sovjettleiðari gjørdi, at landið fekk minni vald altjóða.
Tað er enn ikki avgjørt, um Gorbatjov fær eina ríkisjarðarferð. Væntandi fer Kreml í dag at taka støðu til spurningin. Tað hevur Kreml-talsmaðurin Dmitrij Peskov sagt.
Sambært Tass hevur Peskov eisini sagt, at tað verður boðað frá seinni, um Vlademir Putin, forseti, verður við til jarðarferðina.
Gorbatjov kom til valdið í Sovjetsamveldinum í 1985.
Sum landsins leiðari samráddist hann um avdubbing við táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan. Tað saman við vánaliga búskapinum hjá Sovjetsamveldinum gjørdi enda á Kalda Krígnum.
Í 1990 fekk Gorbatjov friðarheiðursløn Nobels fyri sítt stríð fyri avdubbing.
/ritzau/Reuters