Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, hevur kunngjørt, at hann fer frá sum forsætisráðharri alt fyri eitt. Samstundis hevur hann mælt Elizabeth drotning til at seta seg í samband við tann konservativa floksformannin, David Cameron, og at biðja hann skipa stjórn.
Eftir at hava kunngjørt avgerð sína takkaði Brown fyri seg. Síðani fóru hann, konan og børnini úr Downing Street nummar 10 fyri seinastu ferð - i hvussu er á hesum sinni.
Konservativi flokkurin og liberalu demokratarnir hava í dag tingast um at skipa stjórn.