Gospel-konsert á Eystanstevnu

Fjølbroytt og spennandi gospel-konsert verður í Ítróttarhøllini í Runavík í kvøld, fríggjakvøldið, har fleiri av okkara kendastu gospel-tónleikarum verða við. Sum nakað nýtt, fara eisini nakrir løgtingsmenn í Eysturoy at royna seg sum gospel-sangarar á konsertini

Eystanstevna

Á Eystanstevnu skipar Blái Krossur Føroya fyri stórari og áhugaverdari gospel-konsert, sum verður í Ítróttarhøllini í Runavík í kvøld, fríggjakvøldið.
Tey luttakandi á konsertini verða Suð, Siloakórið, Magni Christiansen, Heini Lutzen, Eyðun Jacobsen?s Band, Petur Hans Hansen og Tórhild Bjarkhamar.
Sum nakað øðrvísi ? og helst rættiliga serføroyskt ? fara nakrir løgtingsmenn í Eysturoy eisini at royna seg sum gospel-sangarar á konsertini.
- Ætlanin er, at konsertin skal verða so fjølbroytt og áhugaverd sum gjørligt, og tí fáa einstøku bólkarnir og solistarnir "bert" 15 minuttir í part. Konsertin byrjar klokkan 21 og endar ætlandi klokkan 23.30, tá ið uppboðssøla av málningum verður á skránni, sigur Blái Krossur Føroya, sum herfyri læt upp skrivstovur í nýggjum hølum á fyrstu hædd á Hotel Runavík Sjómansheiminum.

Góður boðskapur
Jaspur Langgaard, sum er aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, sigur, at endamálið við tiltøkunum, sum hjálparfelagsskapurin skipar fyri, í fyrsta lagi er at fáa ein góðan boðskap út á ein positivan hátt ? bæði við sangi, men eisini við eini andakt og stuttari kunning um hjálpararbeiðið hjá Bláa Krossi.
- Vit vóna eisini, at tiltakið fer at geva eitt íkast til raksturin av felagsskapinum, leggur hann aftrat.
Atgongumerkini kosta 120 krónur, og tey verða at fáa við dyrnar ein tíma fyri konsertina. Atgongumerki, sum verða keypt í forsølu, kosta 100 krónur. Børn undir 12 ár gjalda hálvan prís.
- Umframt at fáa andaliga "føði", verður eisini høvi hjá fólki at seta seg niður við einum kaffimunni og onkrum góðum afturvið, sigur aðalskrivarin, Jaspur Langgaard.