Tað er vælkenda felagið TLT-Booking, sum hevur fingið konsertina í lag í samstarvi við norska missiónsfelagsskapin Misjon Uten Grenser.
Konsertin er skipað eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Lagt verður fyri við norska sangaranum Jan Honningdal. Hann hevur seinastu árini gjørt seg kendan í Norra, m.a. við fleiri tónleikaútgávum, sum hava verið sera væl móttiknar. Við sær hevur hann eisini tónleikarar, so framførslan hjá honum verður Live.
Samtíðis sum hann fer at syngja og spæla fer felagsskapurin Misjon uten Grenser, at vísa myndir v.m. gjøgnum multimedia á skýggja sum verður uppsettur. Misjon Uten Grenser arbeiðir við misjón og hjálpararbeiði í londum, serliga eystanfyri. Allur peningur, sum verður til yvirs fer til at stuðla hesum arbeiði.
Seinni parturin av konsertini verður framførdur av Magna Christiansen & Band. Hann hevur fyri kortum sent fløgu á marknaðin og er hon sera væl móttikin. Hann fer at spæla sangir av tí fløguni, samtíðis sum hann eisini fer at syngja aðrar sangir, m.a. sangir hjá Alex Bærendsen.
Ljóðið og tí tekniska fer E.D.J. Sound at taka sær av, so tað skuldi verið í lagið.
Kostnaðurin verður 50,- fyri vaksin, 40,- fyri lesandi, 30,- fyri børn 7 til 13, og børn undir 7 ár sleppa ókeypis inn. Forsølan byrjar kl. 20.00.