Gospelkonsertir við Hans Jørn Østerby

konsert

Frelsunarherurin í Vági skipar um páskini fyri trimum konsertum við kenda danska vísusangaranum Hans Jørn Østerby. Hans Jørn er føddur í Tommerup á Fjóni í 1963. Hann vaks upp og býr í Skjern í vestur Jútlandi, er giftur og hevur fýra børn. Í nógv ár spældi hann við bólkinum Josua, sum í 1990 gav út fløguna "En verden til forskel". Hendan útgava, sum gjørdist ein av mest seldu útgávunum á kristna fløgumarknaðinum í Danmark, gjørdist ein slógbrótari fyri danskan kristnan rokk. Síðani tá hevur Hans Jørn mest spælt solo og tað er blivið til 7 fløguútgávur. Hann er nógv eftirspurdur, tí árliga verður tað til uml. 100 framførslur á festivalum, í útvarpi, sjónvarpi o.a. bæði í Danmark og uttanlanda.
Hann var fyrstu ferð í Føroyum fyri tveimum árum síðani.
Konsterirnar í Føroyum á hesum sinni verða:
Í Mentunarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 7. apríl kl. 19.30,
í Norðurlandahúsinum leygardagin 8. apríl kl. 19.30
og á Gistingarhúsinum í Øravík mikudagin 12. apríl kl. 19.30.
Atgongumerki til konsertirnar fáast á kunningarstovunum.