- Vit høvdu eina jólahugnaløtu í gjárkvøldið, nýggjársaftan. Vit ótu dunnu við ymiskum góðum afturvið. Tá alt var vaskað upp, sungu vit nakrar jólasangir, og stýrimaðurin las jólaevangeliið.
Tað sigur manningin á frystilínuskipinum Ågot, sum er á veg yvir á Flemish Kap at fiska. Teir loystu í Klaksvík 2. jóladag og munnu nú so smátt fara at nærkast hesum fjarskotnu fiskileiðum.
Í telduposti til Føroysku Sjómansmissiónina sigur manningin, at tá stýrimaðurin hevði lisið jólaevangeliið, býttu teir pakkar út, sum teir hava fingið frá sjómanskvinnuringunum kring landið.
- Ein og ein pakki varð nú pakkaður upp, og tað var ikki sørt, at menn vóru spentir eftir at síggja, hvat hvør hevði fingið.
Manningin sigur í teldupostinum, at flestu pakkar høvdu avsendara á kortinum, og tað var stuttligt at hoyra menninar tosa um, at teir máttu fara at kanna, hvør daman var, ið hevði givið jólagávuna.
- Tá allar gávurnar vóru pakkaðar upp, ótu vit rísalamang og høvdu mandlugávu. Hetta var ein stak hugnalig løta, og vit siga stóra takk fyri jólapakkarnar, sigur manningin umborð á Ågot.