Gott ár, men enn er langt á mál

Ársroknskapurin hjá ALS vísti í 1997 eitt yvirskot uppá góðar 66 mió. krónur. Eginognin hjá Skipanini er fyri fyrstu ferð í mong ár positiv, við knøppum 49 mió. krónum, men vantandi ganga eini tvey ár áðrenn alt undirskotið er vunnið inn aftur.

Ársroknskapurin hjá Arbeiðsloysisskipanini er liðugur og hann vísir eitt stórt yvirskot.

Yvirskotið hjá ALS fyri 1997 var ikki minni enn góðar 66 mió. krónur. Í 1996 javnvigaði roknskapurin hjá ALS, so her er talan um eina stóra broyting.

Her skal nevnast beinanvegin , at orsøkin til at roknskapurin í 1996 ikki var betri var, at ALS valdi at avseta 30 mió. krónur í sambandi við tær broytingar sum vórðu gjørdar í lógini um ALS.


Inngjøldini

hækkaðu í fjør

Orsøkirnar til at úrslitið hjá Skipanini gjørdist so gott sum tað gjørdist eru fleiri.

Ein orsøk er, at samlaðu lønarútgjaldingarnar í samfelagnum gerast størri og størri. Hetta sæst beinanvegin aftur í tølunum hjá ALS, tí inntøkan hjá teimum er ein prosentpartur av samlaðu lønarútgjøldunum.

Inngjøldini til skipanina øktust við 5,3 mió. krónum í 1997 í mun til 1996. Her skal tó havast í huga, at inngjaldsprosentið var sett niður úr 2,75 í 2,5 prosent tann 1. juli í fjør.

Tað vil siga, at var inngjaldsprosentið ikki lækkað, so var úrslitið enn betri. Leiðslan á ALS metir, at lækkingin kostaði skipanini umleið 10 mió. krónur.

Tann 1. januar í ár lækkaði prosentsatsurin aftur við einum kvart prosenti og er nú 2,25%.


Útgjøldini

nógv lækkað

Men ein enn størri orsøk til góða úrslitið er, at útgjøldini hjá ALS eru lækkað við ikki minni enn 30 mió. krónum.

Talið av arbeiðsleysum var fallandi í seinnu hálvu av 1997 og miðalarbeiðsloysi í Føroyum fall í 1996.

Eitt nú fór arbeiðsloysi í Suðurstreymoy niður í eina helvt, í Sandoynni er stórt sæð einki arbeiðsloysi longur og í Suðuroynni er arbeiðsloysi fallið, hóast býtið millum sunnaru og norðaru hevlt er heldur ójvant.

Allar hesar »positivu« broytingar hava sína ávirkan á samlaðu útgjaldsupphæddirnar frá ALS og sum sagt eru útgjøldini í 1997 umleið 30 mió. lægri enn í 1996.

Umsitingarkostnaðurin, at hava ALS gangandi var í 1997 á leið tann sami, sum hann var í 1996.

Samanlagt geva hesi tølini eitt ársúrslit uppá uml. 66 mió krónur.


Fíggjarstøðan góð - í løtuni

Eitt tílíkt yvirskot - 66 mió. krónur - skal sjálvsagt síggjast aftur í fíggjarstøðuni.

Tað ger tað eisini, tí ALS hevur umleið 100 mió. krónur í tøkum peningi.

Av tí at likviditeturin í 1997 var so góður, avgjørdi ALS í 1997 at gjalda ein eykaavdrátt uppá 46 mió. krónur til »Samhaldsfasta« fyri lánið. Restlánið til grunnin var um árskiftið 26 mió. krónur.

Skuldararnir hjá skipanini eru øktir við 3 mió. krónum. Sambært leiðsluni skal ikki so nógv leggjast í tað, tí at fleiri stórir almennir stovnar gjalda løn út beint undan ársskiftinum og peningurin sum ALS skal hava er ikki gjaldkomin beinanvegin.

Hesin peningur er komin inn síðan.

ALS hevur heldur ikki sett av móti tapi á hesum øki.


Eginognin positiv

Fyri fyrstu ferð síðan ALS fór at gjalda út er eginognin aftur positiv, so at hon nú er knappar 49 mió. krónur.

Men tað er ikki nóg mikið hóast alt.

Tá Skipanin fór at gjalda út var eginognin uml.. 98 mió. krónur so tað vanta enn 45 mió. krónur áðrenn eginognin aftur er »intakt«.

Um tað so er nóg mikið er so aftur eitt ivamál.

Finn Danberg fíggjarleiðari hjá ALS segði, tá hann framlegði roknskapin, at 98 mió. krónur neyvan er nóg mikið um vit fáa eina kreppu, sum vit høvdu í byrjanini av níti-árunum

? Fyri at ALS einsamalt skal kunna klára seg ígjøgnum eina slíka kreppu, so skal eginognin verða onkustaðni millum 250 og 300 mió. krónur, so har er langt á mál, segði Finn Danberg.

Í blaðnum í morgin fara vit at hyggja nærri at teimum ymsu hagtølunum, sum ALS kunnaði um og eisini at komandi tilboðum um starvsvenjingar og skeið, sum verða roynd í nærmastu framtíð.