Gott dómaraavrik í botndystinum

Leirvíkingurin Petur Reinert skuldi halda skil á, tá ið toftamenn og fuglfirðingar í gjár spældu avgerandi botndyst í Fuglafirði, og ta uppgávuna loysti næsti føroyski FIFA-dómarin til reint ug. Víst var okkurt ivamál um hendinga innkast ella fríspark, men samanumtikið var dómaraavrikið av besta slagi. Petur veitraði seks ferðir við gula kortinum, men hann kláraði at stýra lagnudystinum, uttan at nakað rok kom í ella nakar spælari var vístur av vøllinum.