Pauli Højgaard
Hetta lesarabrævið er ognað Jógvani á Lakjuni, Jenis av Rana, onkel Geo og hinum fundamentalistunum í Føroyum.
Tit hava fyrr fingið meg at »krympa« tærnar, men hesaferð klári eg ikki bara at krympa!
Hvat í allari víðu verð halda tit tykkum vera? Leggja eftir einum minnilutabólki og døma tey niður og norð. Tey hava tað nóg ringt sum er. Skrivað stóð onkrastaðni, at tað var bert ein sum skuldi døma.
Enn eru nøkur samkynd, sum framvegis búleikast í Føroyum, ein stórur partur er rýmdur undan tykkum og øðrum, til Danmarkar og onnur lond, har liviligt er hjá øllum. Har blíva tey ikki forfylgd. Føroyar skal eitast at vera eitt demokratiskt land, har tú hevur loyvið at hava tína meining og siga hana. Skrivi- og talifrælsi. Eisini hevur tú loyvi til at trúgva tað, tú vilt, ella als ikki trúgva. Tað skal ongin koma og sláa nøkur fá fólk í høvdi við bíbliuni, og siga teimum at tey liva eitt ósømiligt lív eftir TYKKARA trúgv. Roynið tit og setið tykkum í teirra stað! Halda tit at tit eru góð medmenniskju og vísa góðan næstrakærleika á hendan hátt?
Kristindómurin, Islam, Hinduisman og aðrar religiónir eru lærusetningar og rætningslinjur, sum skulu hjálpa einum at liva sítt lív (les: sítt egna) so gott sum gjørligt. Og ikki til at finnast at øðrum og teirra máta at liva uppá. Hvør sigur at øll samkynd hava somu barnatrúgv sum tit? Og um so var, hevur tað onki við tykkum at gera. TIT verða als ikki noyddir til at fara í song við einum av tykkara egna kyni av teirri orsøk.
Landsins kosnu menn sita og skræða seg, spalta upp og spalta niður um nøkur ting, teir als ikki hava nakað við at gera. Hetta er ikki ein politiskur spurningur. Tað eru nøkur heilt onnur ting, fólkið hevur valt tykkum fyri. Vit koma ongantíð, sum tjóð víðari við hesum nalvaskoðandi hugburði. Hvat við at kjakast eitt sindur um EU, Ílegugransking, kunningartøkni, ella hvussu vit á skilabestan hátt stýra okkara kæra landi?
Til seinast, takk til Hans Paula Strøm og Løgmann fyri at ganga á odda og royna at føra Føroyar inn í 21. øld hesum viðvíkjandi.