Vágskvinnur gjørdu tvey góð hál, tá ið tær um vikuskiftið vóru norðanfjørðs og spældu móti teimum báðum niðastu liðunum í Sunset-kappingini.
Fríggjakvøldið var dystast við Tjaldur, og leygardagin var túrurin so komin til Kyndil, ið eisini fekk oyruni í VB-maskinuna. Ikki kann sigast annað, enn at tað koyrir ómetaliga væl hjá VB-liðnum, og neyðars Guðrun í Lágabø í Kyndilsmálinum hevði úr at gera í dystinum móti barndómsfelagnum.
Enn einaferð vísti Daiva Tomaite seg sum tann stóri málskjúttin hjá oddaliðnum, men hesaferð var Christina Holm undir liðini á henni við eins nógvum málum.
Kyndil-VB 17-38(9-20)
Kyndil: Randi Wardum 5, Sólvá Eystberg 3, Ann-Mari Wang 3, Hildur Høghamar 2, Súsanna Hansen 1, Kari-Ann Petersen 1, Súsanna Petersen 1, Linda Weihe 1
VB: Christina Holm 11(4), Daiva Tomaite 11(1), Laila Jespersen 5, Rannvá Augustinussen 4, Sólrun Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Aukse Vysniaskaite 2, Arnleyð Hjelm 1
Brotskøst: Kyndil 2(0), VB 6(5)
Útvísingar: Kyndil 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Hartvig Joensen