Gott lag í føroysku hondbóltsleguni í Ringkøbing (FM1)

(FM1) Hoyr beinleiðis prátini Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fleiri av føroysku landsliðsspælarunum fyri løtu síðani

Fyri løtu síðani var hondbóltsupptakt beinleiðis á FM1, har ljós var varpað á stóra dystin hjá føroyska manslandsliðnum ímóti Danmark, ið verður á "heimavølli" í Skjern í morgin klokkan 15.10.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar leygardagin klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.  Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Sjúrður H. Hoydal hevði beinleiðis samrøður við fleiri av føroysku landsliðsspælarunum. Lagið var gott, og teir fýrdu ikki fyri at koma við nøkrum speiskum viðmerkingum.

 

Sjúrður H. Hoydal prátaði við Róa Berg Hansen, Helga H. Hoydal, Áka Egilsnes, Trónd Kragesteen, Rók Akralíð og Sjúrð Olsen áðrenn teir saman við hinum í hópinum skuldu á taktikkfund.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi á gistingarhúsinum í Ringkøbing.