Gott lag á Hans

Miðverjin Hans á Lag hevði síðsta fótin á, tá HB javnaði, men hann leggur einki í tað, um Ingi Rasmussen verður skrásettur fyri málið

Magnus Poulsen var framúr góður í B68 málinum. Hann hevði fleiri góðar bjargingar. Tá HB javnaði sá málverjin bóltin ov seint til at bjarga, og sambært málverjan sjálvan er tað sera ivasamt, um bólturin hevði farið í málið, um Hans á Lag ikki hevði bent honum eitt vet vestureftir.

? Jú tað er satt, at eg nart við bóltin. Tað var eftir hornaspark, og tá bólturin fór út frá og ingi fluktaði, vendi eg ímóti honum. Eg toygdi meg alt, sum eg var mentur, og eg nart akkurát við bóltin.

Var tað so tú, sum skoraði?

? Tað fari eg ikki at gera av. Nú havi eg sagt tær, hvussu tað gekk fyri seg, sigur Hans á Lag, sum var sera fegin um útjavnandi málið.

? Tað var um reppið, at tveir kiksarar hjá mær í 2. hálvleiki kostaðu øll stigini. Fyrst misti eg bóltin til Súna Fríða Johannesen, sum royndi at spæla tvørturum til púra leysan Marcello. Tíbetur miseydnaðist tann sendingin og kanska skuldi Súni Fríði havt roynt sjálvur ímóti málinum. Í seinna førinum stiklaði bólturin frá mær á váta vøllinum. Tað lætnaði, tá Bárður Johannesen bjargaði royndini hjá Súna Fríða. Eg haldi, at Bárður tveitti seg, áðrenn Súni Fríði sendi bóltin móti málinum, sigur Hans á Lag, sum var eitt vet aftanfyri B68 mannin.


Fyrstu ferð í trý ár

Ingi Rasmussen var fegin um útjavnandi málið.

? Eg rakti bóltin sera væl, men eg sá væl, at Hans nart við hann. Um bólturin hevði farið innanfyri stólpan, um Hans ikki hevði nortið við hann, tað veit eg ikki, sigur Ingi Rasmussen.

Men tú skorar ikki á hvørjum ári?

? Eg havi ikki reiðiliga talið. Eg spældi fyrstu ferð á 1. liði í 1986. Fyrsti dysturin var ímóti KÍ í Gundadali, og Jan Dam spældi eisini fyrsta dystin tá. Eg var niðri í nøkur ár, men eg havi spælt nógvar dystir í HB, og eg haldi, at samlaða máltalið er okkurt um fimm. Síðst eg skoraði var í Sumba í 1997.

So tú vilt fegin eiga hetta málið?

? Eg skilji, at Hans og eg eru samdir um, hvussu tað gekk fyri seg, og so mugu onnur um at gera av, hvør skal skrásetast fyri málið. Vit eru báðir sera fegnir um, at tað eydnaðist okkum at fáa eitt stig. Nú kunnu vit sjálvir gera av, um vit skulu vinna FM, og tað er í hesum sambandi tað mest týdningarmikla, sigur Ingi Rasmussen.

jh