11.20: KÍ skal møta Slovan Bratislava úr Slovakia í Champions League. Lutakastið háttaði seg soleiðis, at dysturin verður spældur í Klaksvík 18. ella 19. august. Øll liðini uttan KÍ og Slovan Bratislava komu úr pottinum fyrst, og tí var stóri spurningurin bara um KÍ skuldi spæla á heimavølli ella útivølli.
Fyrr í vikuni bleiv staðfest, at KÍ sleppur at spæla evropesiskan fótbólt við Djúpumýrar í Klaksvík í ár. Tá so KÍ kom fyrst úr pottinum er greitt, at KÍ á fyrsta sinni sleppur at spæla Champions League fótbólt á heimavølli, men tað verður uttan áskoðarar við vøllin.
11.15: Nú er komið til bólk 4, so verður tað hvørja løtu at KÍ er í pottinum. KÍ kann møta Molde úr Norra, Dundalk úr Írlandi, Slovan Bratislava úr Slovakia ella Sūduva úr Litava. Molde er styrkismett sum tað sterkasta av hasum fýra liðunum. Søgan í Evropa sigur at Sūduva úr Litava er veikasta mótstøðuliðið av hasum fýra.
11.05: Lutakastið er byrjað og umboð fyri UEFA hevur greitt frá reglugerðini í samband við lutakastið. Feløgini skulu fylgja ávísingum í samanband við sóttarhald og aðrar koronaávísingar. Víst verður eisini á, at í trimum teimum fyrstu umførunum verður hvør uppgerð bara ein dystur. Tað er lutakastið, sum er avgerandi fyri hvat fyri lið fær heimavøll. Tað er fimm bólkar og KÍ er í bólki fimm. Tað kunnu vit vænta, at tað gongur ein løta áðrenn KÍ kennir sína mótstøðu.
11.00: Lutakastið til fyrsta umfar í Champions League kappingini verður í dag klokkan 11. Tað er nú greitt hvørjum fýra feløgunum KÍ kann møta. Klaksvíkingar eru í bólki 5, har tað eru fýra styrkismett, og so KÍ og trý onnur, sum ikki eru styrkismett.
##med2##
Tey eru Molde úr Norra, Dundalk úr Írlandi, Slovan Bratislava úr Slovakia ella Sūduva úr Litava. Molde er styrkismett sum tað sterkasta av hasum fýra liðunum. Søgan í Evropa sigur at Sūduva úr Litava er veikasta mótstøðuliðið av hasum fýra.
Dystirnir í 1. umfari í Champions League verða spælir 18. ella 19 august. Lutakastið er avgerandi fyri um KÍ fær heimavøll ella útivølli. Tað verður bara ein dystir fyri hvørja uppgerð.
Bólkur 5:
Styrkismett:
Molde (Norra)
Dundalk (Írland)
Slovan Bratislava (Slovakia)
Sūduva (Litava)
Ikki styrkismett:
Flora (Estland)
KÍ (Føroyar)
Celje (Slovenia)
KuPS (Finnland)