Køld, men yvirhøvur turr luft streymar um vikuskiftið inn yvir oyggjarnar av landsynningi. Síðani verður veðrið óróligari og óstøðugari.
Í dag, 2. jóladag, verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin millum 1 og 5 stig.
Mánadagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið verður regn av vestri, men um náttina klárar í. Skrið ella stormur av suðri og landsynningi, 18 til 23 m/s, eitt bil hvassur stormur, 25 til 28 m/s, men út á náttina makar hann vindin av útsynningi. Hitin millum 3 og 6 stig.
Týsdagin snarar hann í ein landsynning og øtlar vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum um náttina øtlar enn longur upp í hvassan ella kolandi storm av suðri, 25 til 30 m/s, og ódnarstyrki í hvirlunum. Fyrst turt og sólglottar, men um náttina regn av útsynningi. Hitin millum 4 og 7 stig.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum makar og snarar í ein landsynning og eystan. Fyrst yvirhøvur turt, seinni regn av suðri. Hitin millum 3 og 8 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Tað klárar í, men okkurt ælið verður. Hitin millum 1 og 5 stig.
Gamlaárskvøld verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/. Stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 3 og 8 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.