Gott og væl 500 næmingar og lærlingar byrjaðir á Glasi

Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina.

Fyrsti skúladagur var 14. august, har gott og væl 500 næmingar og lærlingar høvdu teirra fyrsta skúladag.

 

 

 

320 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einum av fimm breytunum, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.

 

 

 

146 næmingar og lærlingar byrjaðu einum av breytunum á yrkisnámi, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, tilvirki og FHS. 8 næmingar byrjaðu eisini á serbreytini á Glasi.

 

 

 

Á hægri nám byrja tilsamans 37 at lesa Marknaðarførslubúskap og nýggju professiónbachelor útbúgvingina Altjóða Handil og Marknaðarførsla. Á hægri námi eru eisini parttíðarútbúgvingar, og her byrja yvir 50 lesandi tað komandi skúlaárið.

 

 

 

(Tíðindaskriv)