Árið 2012 royndist væl hjá Fuglafjarðar havn. Talið á vitjandi skipum var umleið tað sama sum í 2011, men bruttotonnagan øktist munandi.
Av teimum næstan 800 skipsvitjanunum í 2012, vóru 259 útlendsk skip. Tað er 48 fleiri útlendsk skip enn í 2011.
Av samlaðu bruttotonnaguni á 1.900.000 BT í 2012, er talan um ein vøkstur í 2012 á 400.000 BT.
Útlendsk skip standa fyri tilsamans 1.147.000 BT.
Samlaði vøruútflutningurin yvir bryggjukantin í 2012 varð umleið hin sami sum í 2011, nevniliga 335.000 tons.
Myndin er av havnastjóranum hjá Fuglafjarðar havn, Rólanti Højsted.