Gott úrslit til JNM í Bogaskjóting

Seinasta vikuskifti luttóku tríggir ungir bogaskjúttar í kappingini um Norðurlandameistaraheitið fyri juniorar, sum varð skotið í Helsinge í norðursælandi

Bogaskjóting

Skjúttarnir vóru Eirikur í Jákupsstovu (14 ár) recurve, Annika Vang (13 ár) recurve og Alberta Gaardlykke (16 ár) compound. Øll skutu í aldursbólkinum 13-15 ár, t.v.s. tey sum fylla 16 ár í ár, kundu eisini luttak í hesum aldursbólki. Øll kappingin varð skotin á 40 metra frástøðu móti 122 cm skivu.
Við í allari kappingini vóru 137 bogaskjúttar úr Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum.

Leygardagur 8. juni
Innleiðandi umfarið umfataði 2 ferðir 36 pílar. Sólin skein frá klárum himni, men var sera nógvur vindur. Hetta darvaði skjúttunum alsamt.
Hóast hetta er fyrsta uttandura kapping hjá okkara skjúttum nakrantíð, vístu teir hegni. Besta úrslitið fekk Eirikur, sum bleiv nr. 5 av 18 skjúttum. Annika bleiv nr. 9 av 18 skjúttum og var sera javnt um miðjuna á hennara bóli. Alberta hevði tann avgjørt sterkast bólkin har m.a. tríggjar danskar gentur, sum hon hevur verið jøvn við í øðrum donskum kappingum fyrr í ár. Alberta bleiv nr. 6 av 8 luttakarum.

Sunnudagur 9. juni
Við hesum úrslitum blivu skjúttarnir førdir inn í eitt finaludiagram soleiðis, at nr. 1 dystast móti tí seinasta, nr. 2 móti næstseinasta o.s.fr.
Hesin sunnudagur byrjaði aftur við sól og nú var eitt sindur minni vindur, men tiltók hann aftur sum dagurin gekk.
Fyrst skuldu Eirikur og Annika skjóta 18 pílar hvør í 1/8-útilokingini, meðan Alberta var beinleiðis í _-finaluni og mátti bíðja.
Eirikur møtti einum norskum drongi, sum varð nr. 12 innleiðandi, og vann Eirikur trygt á honum við 134-97 og kom víðari til _-finaluna.
Annika mátti lúta fyri eini sera væl skjótandi svenskari gentu við 120-155 og var sostatt út av kappingini. Hetta úrslit gjørdi, at Annika fór nakað niður á listan og gjørdist endaliga nr. 15. Nevnast kann, at sama svenska genta tapti sína _-finalu.
So var tíðin komin til Albertu, sum í _-finaluni, har bert 12 pílar verða skotnir, møtti einari danskari gentu, sum vildi hava uppreisn fyri tvær taptar innandura kappingar móti Albertu í vetur. Høn gjørdi eisini bart við úrslitinum 90-112.
Nevnast kann, at henda danska gentan bleiv endaliga nr. 2, meðan Alberta bleiv nr. 7.
Eirikur skuldi síðan undir sína _-finalu móti einum 13 ára gomlum svenskum drongi, sum er á veg frameftir við ferð og er besti skjútti sviar hava í hesum aldurbólkinum.
Vindurin var nú vaksin, men gekst væl álíkaæl, hóast Eirikur tapti við 88-104, bleiv hann endaliga nr. 7, meða svenski drongurin bleiv nr. 3.

Samanumtøka
Okkara skjúttar siga seg hava lært eina rúgvu um at skjóta í stórum kappingum, um at skjóta í nógvum vindi og sterkari sól, um kappingarpsyku, og so verða nógv nýggj vinarbond knýtt.
Eirikur hevur rós uppiborið fyri sítt góða úrslit í sínum sterka bólki. Annika og Alberta stríddust væl, men mistu nakað nógv í finaluskjótingunum.
Næstan junior NM verður í Svøríki næsta summar, og verður kappingin hildin í feltskjóting ? í skógarumhvørvi.