Sandavágur: Um tað eru tær búskaparligu niðurgangstíðirnar, skal vera ósagt.
Í øllum førum er greitt, at Vága kommuna hevur fleiri grundøki til sølu. Og nú ætla tey altso at sleppa av við tey.
Talan er um íalt níggju grundøki, harav átta teirra eru í Sandavági.
Støðan við søluni er vorðin aktuell, nú arbeiðsgevarar í kommununiu hava søkt um at fáa tvey grundøki til keyps í Sandavági.
Grundøkini liggja í kostnaði frá 52.000 og upp í 183.000 krónur.
Bíligt útsýni
Í báðum bygdum í Vága kommunu er rættiliga nógv bygt tey seinastu árini.
Fleiri øki eru seld, og at fólk veruliga hava havt tørv á at seta føtur undir egið borð, sæst aftur í øllum teimum nýggju húsunum, sum síggjast á báðum bygdunum¬.
Hjá kommununi hava fleiri fólk sent inn umsókn um grundøki, men óivað hava broyttu fíggjarligu útlitini fingið fólk at bíða eitt sindur við at gera brúk av hesum umsóknum.
Til tess at finna útav, hvør tann veruligi tørvurin er, fer kommunan nú at senda eitt skriv til øll tey sum standa á bíðilista til grundøki.
Á bygdaráðsfundi í farnu viku var hetta málið til viðgerðar, og tá varð samtykt, at øll hesi tøku grundøkini skulu lýsast alment til sølu.
Tað kann hugsast, at serligur áhugi fer at verða fyri tí eina økinum í Sandavági. Hetta økið liggur á Ovastu Hjøllum og hagani er frálíkt útsýni yvir bygdina, vánna og víðari suðureftir.
Tann ella tey sum ynskja sær hetta grundøkið, sleppa rættiliga bíliga.
Sambært yvirlitinum frá Vága kommunu kostar hetta økið einans 52.300 krónur.