Ein hátrýstsryggur liggur komandi dagarnar yvir Føroyum og sendir kaldari luft inn yvir Føroyar av eystri. Eitt lágtrýst, á veg í ein eystan, nærkast Føroyum fríggjadagin og tilhoyrandi brúgvaløg koma inn yvir okkum um vikuskiftið.
Í dag
Lot ella gul av eystri ella ymsum ættum, í nátt fyri tað mesta av landnyrðingi, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og hitin millum 5 og 10 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 10 og 12 stig. Um náttina turt og lutvíst klárt og hitin millum 3 og 8 stig.
Fríggjadagin
Lot ella gul av norðri, seinni ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina sum frá líður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað og hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, út á dagin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi og hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s, av eystri, seinni landnyrðingi. Skýggjað og regn og hitin millum 6 og 9 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av útnyrðingi. Yvirhøvur skýggjað, men út á náttina klárar í og fyri tað mesta turt. Hitin millum 6 og 10 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin millum 7 og 12 stig.