Hóast veðrið næstu dagarnar verður heldur umskiftandi, kunnu vit vænta eitt vikuskifti við góðum veðri.
Veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá rættiliga góðum veðri hetta vikuskiftið, tá Sørvágs Country- og Blues festivalur eisini er á skránni.
Sambært veðurfrøðinginum kunnu vit leygardagin vænta turt veður og sólglottar. Hitin kemur at liggja millum 9 og 13 stig, og tað verður eitt lot av útnyrðingi.
Áðrenn góða vikuskiftisveðrið fáa vit nakrar dagar við regni, men tað verður tó ikki kalt, tí hitin kemur at liggja millum 9 og 12 stig.