Gourmetmatur til skundverðaprís

Fyrrverandi høvuðskokkurin á Hotel Hafnia, Uni Gullfoss, er nú settur í starv hjá Café Natúr og Rex, og hetta fara ikki minst gestirnir á Café Natúr at merkja.

Við setanini av Una Gullfoss halda bæði núverandi eigarin av Café Natúr, Havgrímur Johannesen, og komandi eigararnir, sum taka yvir 1. apríl, at caféin veruliga hevur møguleikan at bjóða øðrum matstovum av.

Góðska fyri lítlan pening
 Við Una hava vit fingið nógv fleiri møguleikar. Til dømis bjóða vit nú kundum okkara ein "frokostborðisk" við øllum møguligum góðum. Talan er um eitt nú sild, rækjur, egg, oksafilet, høsnarungabringu og annað gott, og so sjálvsagt bæði rugbreyð og franskbreyð afturvið, og góðskan er fyrstaflokks. Ein slikur frokostur kostar einans 69 krónur, so eg haldi róliga, at eg kann siga, at vit nú bjóða kundum okkara gourmetmat til skundverðaprís, sigur Havgrímur Johannesen.
Dansistøðini Eclipse og Rex hoyra undir sama samtak sum Café Natúr, og í Rex er stórur køkur, ið Uni Gullfoss eisini kann nýta til at gera mat til størri bólkar, sum til dømis kunnu hava eina veitslu í eitt nú Rex.
 Vit fara eisini at skipa fyri ymsum evniskvøldum í Café Natúr, og tað fyrsta verður nú um eini 2-3 vikur, tá ið vit fara at borðreiða við vistfrøðiligum oksakjøti úr Bø. Uni fer at gera sjey ymiskar rættir burtur úr kjøtinum. Hesi kvøld verða tó avmarkað, so at einans okkurt um 60 fólk kunnu verða við. Luttakararnir til slík kvøld fáa eisini fría atgongd til annaðhvørt Rex ella Eclipse sama kvøld, greiðir Havgrímur Johannesen, sum heldur, at nú teir hava sett Una Gullfoss í starv, er tað bert hugflogið, ið setur mark.